2020-07-26 18:50
Kanningarúrslitini sum eru komin av sjúklingahotellinum í Keypmannahavn vísa, at smittan ikki hevur breitt seg. Tað upplýsir Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum fyri Kringvarpinum í dag.
Ein avvarðandi, sum hevur verið á sjúklingahotellinum í vikuni fekk fríggjadagin boð um, at hon hevði koronasmittuna.
Øll sum eru og hava verið á sjúklingahotellinum hava eru kannaði fyri korona, og tey eru negativ. Smittan kann bróta út seinni, og tí verða øll á sjúklingahotellinum aftur kannaði um nakrar dagar, veit Kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald