Innanlands

Kanningarskipanin heldur fram til 14. august

Til og við 14. august skulu øll ferðandi til Føroya framhaldandi lata seg kanna, og landið ber kostnaðin

Mynd: Sverri Egholm)

Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-27 13:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leiðreglurnar fyri ferðandi til Føroya halda fram óbroyttar.

Øll ferðandi, sum koma til landið, skulu framhaldandi lata seg kanna til og við 14. august, og landið ber kanningarkostnaðin, boðar Heilsumálaráðið frá í tíðindaskrivi.

Ferðandi eiga framvegis at fara beinleiðis í heimauppihald, til tey hava fingið svar upp á kanningina. Vanliga verður hetta sama kvøld og í seinasta lagi á middegi dagin eftir. Av somu orsøk, kunnu ferðandi vænta drúgva bíðitíð, tá tey koma til landið.

– Øll ferðandi eiga at vísa serligt varsemi á ferðini til Føroya og í tíðini eftir komu. Við at lata upp fyri ferðing til Føroya, økist eisini smittuvandin. Tí verður heitt á øll um at minnast til frástøðuna og góða reinførið. Okkara samfelag er lítið og viðbrekið, og tí er umráðandi, at fyrilit framvegis verða tikin at fyribyrgja smittubreiðslu.

– Heilsumálaráðið hevur longt sáttmálarnar við Thetis og Smyril Line um koronakanningarnar til og við 14. august, soleiðis at kanningarnar av ferðafólki framhaldandi verða gjørdar á besta og tryggasta hátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder