Málið um hvørt Ingilín Didriksen Strøm hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum/víst grovt ósketni ella ikki, heldur fram.
Landsstýrismálnevndin hevur fundast um støðuna aftur í dag. Áður hevur tað sæð út til at verið semja í nevndini um, at landsstýriskvinnan er sek, men eftir svarið frá Ingilín Didriksen Strøm fyrr í mánaðinum tykist vera vent í holuni.
Landsstýriskvinnan er sjálv ósamd við, at hon hevur sagt ósatt ella víst grovt ósketni í málinum og útsøgnunum um haldføri hjá Bústøðum.
Meirilutin í Landsstýrismálnevndini hellir nú meira til hetta. Nú vilja Hans Jacob Thomsen og Hanna Jensen hava málið, sum tey ikki meta er so svart og hvítt, útgreina.
Tey meta, at tað kann hella til báðar síður, og eftir fundin í dag mæla tey bæði til at seta kanningarstjóra.
Hetta upplýsir Kringvarpið, ið samstundis upplýsir, at hetta fer at kosta eina millión.
Samrøðurnar við Bárð á Steig Nielsen og Hans Jacob Thomsen og meira um málið at hoyra HER
Hans Jacob Thomsen úr Javnaðarflokkinum vísir á, at tað besta er at seta kanningarstjóra (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Bárður hóttir við misáliti
Hans Jacob Thomsen er formaður í nevndini. Hann er floksfelagið hjá Ingilín Strøm. Hanna Jensen og Framsókn eru eisini í samgonguni.
Bárður á Steig Nielsen er triðji persónurin í Landsstýrismálanevndini. Formaður Sambandsflokkurin er ósamdur við hinum báðum.
Hann heldur fast og vísir á, at har eru nógv prógv í málinum, um at Ingilín Didriksen Strøm hevur brotið "ábyrgd landsstýrismann", og at tað ikki er eitt gott tekin fyri skipanina, um kanningarstjóri kemur inn.
Bárður á Steig Nielsen sigur við Kringvarpið, at um einki verður gjørt við hetta áðrenn tingfunin hósdagin, so kemur helst eitt misálit á Ingilín Didriksen Strøm á tingfundinum hósdagin.
Samrøðurnar við Bárð á Steig Nielsen og Hans Jacob Thomsen og meira um málið at hoyra HER
Tað var Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, sum kærdi landsstýriskvinnuna í umhvørvis- og bústaðarmálum fyri útsagnirnar um haldføri fyrr í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald