Uttanlands

Kanye West farin úr reyða keppinum

Nú stuðlar hann ikki longur Donald Trump men stillar sjálvur upp til forsetavalið í 2020 – Eg geri hetta fyri at vinna, sigur hann

Rapparin Kanye West, sum áður hevur stuðlað Donald Trump, ætlar nú sjálvur at stilla upp til forsetavalið (Mynd: EPA)

Rapparin Kanye West, sum áður hevur stuðlað Donald Trump, ætlar nú sjálvur at stilla upp til forsetavalið (Mynd: EPA)

2020-07-08 11:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski rapparin Kanye West stuðlar ikki longur Donald Trump.

Tað var um vikuskiftið, at hann boðaði frá, at hann stillar upp til amerikanska forsetavalið, og tá hann tosaði um avgerð sína í samrøðu við vinnulívsblaðið Forbes, segði hann m.a.:

– Við hesari samrøðuni fari eg úr reyða keppinum.

Hendan útsøgnin sipaði til teir reyðu kepparnar við slagorðinum hjá Trump "Make America Great Again", sum stuðulsfólk hjá amerikanska forsetanum ganga við.

Kanye West hevur annars áður sagt, at hann stuðlar amerikanska forsetanum, men í samrøðuni við Forbes gjørdi hann greitt, at tað er ikki er til stuttleikar, at hann nú sjálvur stillar upp til valið.

– Eins og alt annað, eg havi gjørt í mínum lívi, geri eg hetta fyri at vinna, segði hann.

Har eru góðar fýra mánaðir til amerikanska forsetavalið 3. november, men sambært Ritzau, er tað ikki ov seint hjá honum at stilla upp sum uttanflokkafólk í fleiri statum.

Týsdagin segði Donald Trump, at hann helt avgerðina hjá Kanye West vera sera áhugaverda.

Les eisini: Kanye West: Eg stilli upp til forsetavalið í 2020

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder