
Kappingareftirlitið hevur góðkent yvirtøkuna hjá P/f KJ Hydraulik av Sp/f Pomek.
Tað var 5. mai, at Kappingareftirlitið fekk fráboðan um, at KJ Hydraulik hevði í umbúna at yvirtaka Pomek, og mánadagin boðaði Kappingareftirlitið frá, at yvirtøkan var góðkend.
Partarnir hava avtalað, at KJ Hydraulik yvirtekur partapeningin í Pomek, sum er 125.000 krónur.
KJ Hydraulik er millum fremstu fyritøkur í Føroyum innan hydraulikk og maskinútgerð, við høvuðsskrivstovu í Kambsdali og deildum í Tórshavn, Við Ljósá og Fuglafirði. Fyritøkan er ein týðandi veitari í føroyska vinnulívinum, ið serliga hevur lagt seg eftir at vera veitari hjá fiskivinnuni, alivinnuni, flutningsvinnuni og byggivinnuni. KJ Hydraulik er virkið bæði á heimamarknaðinum og á útlendskum marknaðum.
Sp/f Pomek er mekaniskur verkstaður staðsettur í Klaksvík. Fyritøkan arbeiðir við hydraulikki, pneumatikki og framleiðslu av ymiskum konstruktiónum úr bæði stáli og aluminium. Sp/f Pomek hevur eisini serkunnleika innan viðlíkahald og umvæling av skipum og bátum, og arbeiðir bæði á landi og umborð. Ein nýggj og framkomin beding er tikin í nýtslu, sum ger tað møguligt at arbeiða alt árið.
Marknaðarpartarnir á hesum báðum marknaðum er undir 25 prosent, og gevur hetta í sær sjálvum eina ábending um, at yvirtøkan hjá KJ Hydraulik av Pomek fer ikki at avmarka virknu kappingina, skrivar Kappingareftirlitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald