Kappingarráðið tók 24. juli 2023 avgerð um, at Føroya Tele hevur fram brot á kappingarlógina, tí samtakið brúkti eina prísklemmu móti kollsiglda telefelagnum Tosa.
Hetta var í sambandi við tingingar um eina sonevnda MVNO-avtalu, har tosa skuldi keypa seg inn á netið hjá Føroya Tele.
- Ein prísklemma í stríð við § 11, stk. 1 í kappingarlógini er t.d. tilstaðar, tá ein ráðandi fyritøka á einum heilsølumarknað setur sín heilsøluprís somikið høgt, at munurin millum heilsøluprís og smásøluprís verður somikið lítil, at kappingarneytar á smásølumarknaðinum kunna ikki kappast við ráðandi fyritøkuna innan smásølu, hóast at tær eru líka effektivar, skrivar Kappingarráðið.
Fyri at staðfesta hvørt eina líka effektivur kappingarneyti kundi kappast við FT Samskifti, við tí heilsøluprísi sum Tosa fekk bjóða, hevur Kappingareftirlitið kannað um FT Samskifti hevði klára seg við teimum prísum, sum teir bjóðaðu umboðum fyri Tosa. Niðurstøðan av hesi kanning varð, at tað hevði FT Samskifti ikki megnað.
Kappingarráðið hevur somuleiðis tikið avgerð um, at geva Føroya Tele (P/f Telefonverkinum) boð um, at almannakungera eitt tilboð um Full-MVNO avtalu og eitt tilboð um Brand Reseller avtalu. Tilboðini skulu góðkennast av Kappingareftirlitinum, áðrenn tey verða almannakunngjørd. Tilboðini vera í gildið í tvey ár.
Ætlanin við hesum boðum er at lætta um hjá fyritøkum, sum ynskja inn á marknaðin. Partvís við at skapa gjøgnumskygni og partvís við lækka gáttina inn á marknaðin við einum standard tilboðið um Brand Reseller avtalu.
- Tá ein nýggj íverksetara fyritøka roynir at trína inn á marknaðin, er tað óheppið at ráðandi fyritøkan leggur forðingar fyri hesum, sigur Heri Joensen, formaður í Kappingarráðnum.
- Vónandi vil okkara avgerð og tey boð sum vit nú geva Føroya Tele hava við sær, at feløg sum hava í umbúna at trína inn á marknaðin, ikki setast aftur grundað á tað viðferð sum felagið Tosa fekk. Í øllum førum fara tey sum nú ætla at trína inn á marknaðin, at hava eitt betri útgangsstøði til at gera hetta, sigur formaðurin.
Avgerðin kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald