Innanlands

Karelia bunkrar á Fuglafirði

Russiski trolarin, har nógvir koronatilburðir eru staðfestir umborð, loysti seinnapartin í Ánunum og fór á Fuglafjørð at bunkra. Síðani verður farið úr Føroyum

(Mynd: Esmar Klakstein)

(Mynd: Esmar Klakstein)

2020-07-25 19:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin í dag fór russiski trolarin Karelia av Ánunum til Fuglafjarðar at bunkra. Síðani fer skipið úr Føroyum.

23 av teimum 30 umborð á skipunum, sum vóru kannaðir í sambandi við koronatilburðin har fyrradagin, hava fingið staðfest korona. Manningin telur 70 mans.

[object Object](Mynd: Esmar Klakstein)

Manningin umborð hevur fingið greið boð um, at tað ikki er loyvt at fara út í býin at reika.

Og í Fuglafirði verður heldur ikki farið í land, og økið á keiini er avbyrgt.

Heilsumálaráðið upplýsti seinnapartin, at átta føroyingar hava verið í samband við russiska trolaran, og eru allir settir í sóttarhald.

Sambært Heilsumálaráðnum fer skipið aftur til fiskiskap, tá liðugt er at bunkra.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder