2020-07-25 23:56
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Mest umrødda skipið í Føroyum seinasta samdøgrið, russiski trolarin Karelia, fór frá bryggju í Fuglafirði fyri løtu síðani, og er á veg norð gjøgnum Djúpini.
Tað var í gjár, at ein maður umborð fekk staðfest koronasmittuna, og síðani eru tilsamans 23 tilburðir staðfestir millum manningina.
Skipið hevur ligið á Ánunum seinastu dagarnar, men fór seinnapartin í dag til Fuglafjarðar at bunkra áðrenn tað sambært Heilsumálaráðnum skal til fiskiskap.
Bara 30 av manningini, sum telur 77, er kannað fyri koronasmittu, og 23 av teimum høvdu smittuna.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald