Fyri 22 árum síðan, um hesa tíðina, fara tvær tungt lastaðar hjólbørur strúkandi gjøgnum bygdina í Æðuvík. Tveir landsstýrismenn eru førarar, vit báðir Sámal Petur, og byrðurnar, í hesum mangan henta eitthjólaða akfari, eru tvær konur í bygdini. Vit renna kapp, og hevur tú ilt við at tapa, yvirhøvur, so verður mangan lagt ov nógv fyri. Bráðliga, miðskeiðis í bygdini, krakelerar annar av førarunum, bringan var sum steinrunnin, sum stadnað betong, møðin óvanlig, men mangan kemur tað fyri, at hjálpin er næst, táið neyðin er størst. Eftir øllum at døma var ein tøppur lopin á høvuðsmaskinaríið, hjartað, og hin álopni varð buktaður inn á eina brík í einum av húsunum í bygdini. Hjólbørukappingin var partur av einari bygdarstevnu, og so heppið var tað, at kommunulækni okkara, Kári Rasmussen, var í bygdini, og hann lat sær ikki siga - gjørdi alt fyri eitt tað sum ein lækni er kallaður til, og fekk eisini sjúkravognin at fara av støðini í Skálafirði við tað sama. Leiðin lá suður á Landssjúkrahúsið, har skaðin varð staðfestur, og tað gjørdist ein hendingarík tíð uppi á áttandu hædd, serliga eftir at azerbaijanski telvarin Garri Kimovitj Kasparov kom á vitjan í Føroyum.
Fyrstu ferð okkara leiðir bórust saman var í Hoydølum, og hóast javnaldrar, báðir føddir í 55, so gekk hann í einum matematiskum flokki eitt ár frammanfyri okkum, einum flokki við dreingjum burturav, hvørs nøvn hava verið á almenna breddanum – onkursvegna - fram til hendan dag, nú teir so pø á pø eru farnir um pensiónsaldurin. Flokkarnir hildu seg mest fyri seg sjálvar, eisini eftir skúlatíð, tí varð mesti kennskapurin og vinaløgini seinri í lívinum so at siga bert býttur upp eftir flokkum. Men, so hvøss vóru mørkini nú heldur ikki, at vit ikki heilsaðust, og vit spældu eisini fótbólt ímóti hvørjum øðrum – í kappingum eftir skúlatíð. At Kári er komin niðan í Hoydalar úr 2. real boðar frá, at knokkurin hevur verið í lagi. Hinvegin tóktist hann rættiliga innsnúgvin ella kanska meiri innhugsin. Hann leyp ikki á fólk við sínum hugsanum – hóast nógv varð hugsað.
Liðugur í Dalinum Fagra fór hann beina leið niður á Keypmannahavnar Lærda Háskúla at lesa læknafrøði. Haðani fekk hann prógv í 1983. Gjørdi síðan av at menna seg víðari fram til kommunulækna, og sum slíkur kom hann fyri tað mesta at praktisera í økinum, sum nú verður rópt Skálafjarðar Læknadømi. Hann hevur gjørt okkurt legg aðrar vegir, eitt nú var hann eina tíð í Svítjóð, men bulurin í hansara virknu árum var á Heilsudeplinum í Runavík, har hann eisini gjørdist mín lækni, fyri ikki at siga mín lívlækni.
Okkurt bendir á, at álitið hjá borgarunum á kommunulæknaskipanina er væl størri, enn tað er hjá landspolitiska myndugleikanum. Læknin, sum tú ert ávístur til, ella hevur biðið um, er onkursvegna ein løgasteinur millum lív og deyða, har tú kanst fáa heilsuhjálp - um tað annars ber til. Tí eru teir eitt slag av lívlæknum hjá øllum, umframt at teir eisini kunnu eyðmerkjast sum familjulæknar, tá fleiri ættarlið í somu fjølskyldu oftast eru klientar hjá sama lækna.
Hóast vit lósu um læknafrøði á sjómansskúlanum, og sum skiparar høvdu evstu ábyrgdina av hesum mótinum umborð, fyri tað mesta við etandi og sproytaðum heilivági og onkrum gazebindi ella plástri um onkra skeinu ella snudd, so hava vit sum brúkarar av kommunulæknaskipanini bara førleika til at meta um hana út frá egnum royndum, og í mínum føri eru tað bert fimm fólk sum hava verið trygdarnetið í so máta. Virðingin fyri teimum er stór. Tað stendur ein veldug tign og virðing um hesi fólkini. Emmu Winther, táið vit búðu í Syðrugøtu, og eftir at vit fluttu út á Glyvrar at búgva, einaferð í sekstiárunum, hava Einar Djurhuus, Poul Olsen, Kári Rasmussen og nú Eyð Tausen Magnussen tikið sær av øllum ilskum, hóast tær tíbetur hava verið færri enn hjá teimum flestu. Skipanin byggir á førleika, ábyrgd og ikki minst álit. Veit um fólk, sum hava bíðað við læknaørindunum, hagartil fasti læknin kom aftur úr summarfrí – so treytaleyst var álitið ímillum borgara og lækna.
Av góðum grundum høvdu vit báðir Kári nógv at tosa um. Í konsultatiónini og eisini í øðrum høpum, serliga eftir at eg fyri smáum 8 árum síðan fekk tann stóra heiður, at gerast borgarstjóri í Runavíkar kommunu og harvið ábyrgdari fyri tí kommunala partinum av kommunulæknaskipanini - saman við tveimum øðrum borgarstjórum. Kári hevði verið burturfrá í eina tíð, øll hava brúk fyri at stúgva upp í hugin, so av og á, og eg hevði sett mær fyri at fáa hann í starv aftur. Eftir nakrar samrøður og fundir gjørdu vit av at fara undir eina størri umvæling av Heilsudeplinum í Runavík, og tá fekk Kári í uppdrag at sniðgeva sína egnu viðtalu. Konsultatión no. 1. Í henni virkaði hann, okkum til frama, hagartil hann varð álopin innansyndis av krabba og longur enn tað.
Læknagerningurin fylti nógv hjá Kára Rasmussen, og viðtala hansara hevði nógvar brúkarar. Ov mangar kanska, men kortini hevði hann stundir til at vera ein góður familjumaður, at ganga nógvar langar túrar, eisini uttanlands, og so var hann eisini ein góður fotografur. At hann ikki var hvør sum helst í sínum yrki prógvar tann sannroyndin, at starvsfelagar hansara valdu hann til formann í Kommunulæknafelagnum í fleiri ár, og eisini var hann limur í Fólkaheilsustýrinum.
Sum sagt var Kári innsnúgvin av lyndi, og harvið kanska ikki so lættur at tosa við hjá teimum flestu. Men vart tú komin inn undir húðina á honum var onki óført. Vit høvdu nógv at tosa um, uppvaksnir báðir í tí merkiligastu tíðini nakrantíð – í 60´ og 70´árunum - tá stikini um so mangt fullu og hýggjuskotnar “konventiónir” rapaðu. Táið Kári legði lógvarnar aftur um nakkan, og legði seg afturá í læknastólinum, meðan tú sat yvirav honum, visti man hvørjum klokkurnar ringdu fyri. Eini longri samrøðu um mangt og ymiskt. Mær dámdi hesar løturnar – treivst við teimum, hóast Andriása og Sigbjørg ivaleyst troyttaðust av hesum, at tveir vaksnir menn í primetime sótu og spjallaðu og vendu samfelagnum og heimsstøðuni, meðan talið av sjúklingum fjølgaðist í bíðirúminum – venteverilsinum sum onkur vildi sagt. Hann var lágmæltur, vitandi og hevði skil fyri mongum. Sera behagiligur at tosa við – tað var ongantíð nakar ivi um, at hann tók støðuna hjá sjúklinginum í ramasta álvara, tók ábyrgd, og tú kendi á tær, at hetta var tín lívlækni sum sat yvirav tær.
Í nógv ár mælti hann mær til at minka um vektina, tí fekk eg boðini um at fara upp á vektina hvørja ferð eg frekventeraði viðtaluna og Kára. Eg fylgdi ikki tilmælunum nóg væl, skal sigast, men um hesa tíðina fyri fýra árum síðan hevði hann annað tilmæli at geva mær. Í fullkomnari javnvág sat hann í læknastólinum við úrslitunum av nógvum blóðroyndum, og nú mælti hann mær til at leggja cigarettirnar á hillina. Við aldrinum fær kroppurin onkrar skavankir, og hetta tilmæli hansara kundi hjálpt onkrum av hesum. Roykir tú ein pakka av Samson um dagin, so var hetta ikki eitt hissini tilmæli at fáa frá lívlæknanum. Vit báðir Kári gjørdu kortini eina kontrakt. Eg átti 27 pakkar av Samson tubakki, og samsvarandi grønar bøkur, á goymslu við hús. Hetta mátti avgreiðast fyrst – eitt nikotin postludium. Hetta bleiv ein grand finala av olympiskum dimensiónum, tað vita øll sum eru farin ígjøgnum hesa processina. Í køkinum hjá mammu, Fyri uttan Garðar á Glyvrum, Allahalgannadag í 2019 kl. 11:53, fór tann seinasti sløkti vindilin í ruskposan. Tann royndin verður ikki gjørd aftur, hóast onkur cubansk cigar er farin um varrarnar síðan, mest fyri egnan hugna. Óskrivaði sáttmálin millum okkum báðar Kára helt, og tað hevur verið eitt vælsignilsi.
Kommunulæknin Kári er nú farin um jarðisku sýnina og er á veg út á gravarmúlan í kirkjugarðinum á Glyvrum, - ein legenda er fallin. Vit, øll vit sum fingu ta hjálp, sum hann, við sínum førleika og evnum, kundi veita, syrgja sáran um læknan, ið hevði evnini at hjálpa okkum og at tosa við okkum í eygnahædd. Væl størri er sorgin hjá tykkum sum eftir sita – Andriásu og fjølskylduni. Mátti hin góði Guð hjálpt tykkum í sorgini, sum einaferð fer at umskiftast til góð minni um ein góðan mann.
Mátti Hann, ið øllum ræður, tikið sær væl av hesum hendinga manni, Kára Rasmussen, táið hann fer at leita sær eftir hóskiligum hølum í einari av teimum himnesku tjaldbúðunum.
Kári - takk fyri títt stóra íkast hesumegin gravarmúlan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald