![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fyrrverandi tingformaðurin og floksformaðurin fyri Sjálvstýrisflokkin, Kári Páll Højgaard, gjørdist ikki pensjónistur leingi eftir at hann gavst sum politikari.
Útvarpsstøðin í Eysturoynni, R7, boðar í dag frá, at Kári P. Højgaard fær sína egnu seinnapartssending á útvarpsrásini eina ferð um vikuna.
Í fráboðanini frá úgvarpsstøðini verður onki sagt um, hvat innihaldið í sendingini verður, bert at talan verður um áhugaverda sending, sum verður hvønn mikudag frá klokkan 13 til 15, fyrstu ferð í ovurmorgin, mikudagin 20. november.
Kári P. Højgaarder 68 ára gamal, og varð fyrstu ferð valdur á ting í 2002. Hann var formaður Sjálvstýrisfloksins frá 2003 til 2010 og aftur frá 2011 til 2015.
Hann stillaði ikki uppaftur til løgtingsvalið í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald