Á miðlafagnaðinum á Vísindavøku var ein snarrøðukapping við fýra luttakarum, har hvør luttakari fekk 150 sekund at greiða um eitt evni, sum tey sjálvi høvdu valt.
Dómsnevndin, sum metti um framløgurnar, varð samd um, at Karin Margretha Húsgarð Larsen helt bestu røðuna. Tey hildu talan vera um fýra sera áhugaverdar framløgur, sum settu viðkomandi spurningar og røðurnr høvdu eitt lætt skiljandi mál.
Um vinnaran segði nevndin, at hon dugdi sera væl at lýsa eitt evni, sum er torskilt fyri nógv, um avleiðingarnar av hitnandi sjónum í Bankarennini. Hon byrjaði við at lýsa ein trupulleika, sum kundi tykjast at vera lítil, men sum framløgan gekk gjørdist greitt, hvussu økti hitin kann hava ávirkan á alla vistskipanina og veðurlagið, skrivar Granskingarráðið.
Í dómsnevndini vóru Katrin Apol frá Heilsustýrinum, Bergur Djurhuus Hansen frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum og Dagmar Joensen-Næs frá Granskingarráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald