Karin Visth, dugnaligur víntænari og vertur á Ræst og øðrum matstovum heima í Havn, er millum tey tilnevndu, tá norðurlendska matguide’in White Guide 17. november fer at lata heiðurslønir til danskar matstovur og fólk innan donsku matstovuvinnuna.
Karin Visth er í uppskoti til Årets Jan Restorff 2025. Heiðurslønin, ið er uppkallað eftir føroyinginum Jan Restorff, sum doyði á alt ov ungum aldri fyrr í ár, verður latin til fólk innan vinnuna, sum megna vertsskapin á eini matstovu – eitt starv, sum Jan Restorff dugdi so væl, at øll, ið vitjaðu Søllerød Kro kendu seg vælkomin.
Tey, ið hava vitjað Ræst í Havn og á Koks, tá tann matstovan var virkin, kunnu vitna, at Karin Visth eisini dugir hetta kynstur á sín heilt serliga og vinarliga hátt.
Trý fólk eru í uppskoti til Årets Jan Restorff. Hini eru Jeppe Lund á Frederikshøj, beint sunnan fyri Aarhus og Thomas Korby á matstovuni Mielcke & Hurtigkarl í Frederiksberg have í Keypmannahavn.
Hvør vinnur heiðurslønina verður avdúka á einum galladøgurða á matstovuni Lunden við Charlottenlund Travbane norðan fyri Keypmannahavn 17. november, har tað eisini skulu kjósast ársins kokkar, ársins rættir, ársins matstovur og annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald