
Nú er greitt, at rocklegendan Karl Martin Samuelsen og gitarsnillingurin Mikkjal Hvannastein fara at spæla á Ljósfest, sum verður í Vági 15. til 17. august, boðar Vágs kommuna frá.
Karl Martin Samuelsen hevur í fleiri áratíggju verið í fremstu røð millum rocksangarar í Føroyum. Síðani sjeytiárini hevur hann staðið á palli, tá stórar konsertir hava verið, og hann hevur verið virkin øll árini til stórt og smátt, og er tað framvegis.
Hann er kendur sum sangari í bólkinum Hjarnar, og eisini í JOKA, og hevur lagt rødd til ein hóp av føroyskum innspælingum og útgávum, og er í stóran mun ljóðspor til uppvøkstur, ungdómsár og lív hjá nógvum føroyingum. Góða røddin, ið enn røkkur høgu tónarnar, kann bæði syngja sálmar, kór og góðan rock. Hann er ikki til at koma uttanum!
Karl Martin hevur seinnu árini samstarvað nógv við Mikkjal Hvannastein, ið er kendur sum framúr guitarsnillingur á hægsta stigi, við serligum evnum at sameina kraft og kenslu.
Teir spæla í tjaldinum fríggjakvøldið á Ljósfest, og á skránni er eitt úrvæl úr stóru rúgvuni, sum Karl Martin millum ár og dag hevur latið úr hondum, skrivar kommunan.
Millum onnur nøvn, sum framføra á Ljósfest eru Section, Lív og Tróndur, Signar í Homrum, og Janus Wiberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald