Seinnapartin ljóðaði at misálit fór at vera lagt fram í løgtinginum. Eitt misálit móti Dennisi Holm, landsstýrismanni í samferðslumálum.
Men tað kemur einki misálit í fyrsta umfari, tí forfólkini í samgonguflokkunum hava givið lyfti um, at tey fara at hyggja eftir hesum máli mánadagin.
Tað er Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn, sum hevur hótt við at leggja misálitsuppskotið fram, tí hann als ikki er nøgdur við nýggja príspolitikkin hjá Strandferðsluni.
- Eg havi fingið eina avtalu við forfólkini í samgonguflokkunum um, atr vit fara at hyggja eftir prinsippunum í prísskipanini hjá Strandferðsluni mánadagin, sigur Karlot Hergeirsson við útvarpið í kvøld.
- Eg havi víst mína ónøgd við, at man brýtir eitt prinsipp við at føroyingar ikki longur eru líkastillaðir. Tað havi eg gjørt gjøgnum alla tilgongdina frá tí eg fyrstu ferð sá uppskotið. Eisini tað, at ferðaprísurin hækkar so nógv, at tað kemur at ávirka ferðavinnuna í útjaðaranum, sigur Karlot Hergeirsson.
Karlot Hergeirsson sigur, at hann ikki er tann einasti, sum er ónøgdur við skipanina. Tað hevur verið at sæð í miðlunum seinastu dagarnar, og tað eru onnur tingfólk eisini sum ikki eru nøgd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald