Ein karmur er gjørdur fyri eina framtíðaravtalu um Grønland og Arktis, og tí droppar USA tollin, sum skuldi leggjast á fleiri lond frá 1. februar, boðar amerikanski forsetin, Donald Trump frá í dagføring á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.
Trump skrivar, at hann hevur havt ein sera úrøkumiklan fund við Nato-aðalskrivaran, Mark Rutte, har karmurin fyri eina avtalu varð gjørdur.
Eydnast hetta, fer tað at gagna USA og øllum Nato-londum, skrivar amerikanski forsetin.
Hvat avtalan um Grønland snýr seg um, er ógreitt, skrivar Ritzau.
Amerikanski forsetin hótti í farnu viku við at leggja revsitoll á lond, sum ikki tóku undir við ætlanum hansara um Grønland. Seinni boðaði hann frá, at hann fór at leggja tíggju prosent í toll á vørur úr Danmark, Noregi, Svøríki, Fraklandi, Týsklandi, Stórabretlandi, Niðurlondum og Finnlandi, eftir at hesi londini sendu herfólk til Grønlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald