
Í dag, hósdagin 30. september, vardi Katla Heðinsdóttir ph.d.-ritgerð sína við Institut for Kommunikation á Københavns Universiteti.
Heimasíðan gransking.fo skrivar, at verjan gekk sera væl, og metingarfólkini spardu ikki uppá lýsingarorðini: Framúrskarandi, frálíkt filosofiskt arbeiði, sera týðandi gransking. Ein av próvdómarunum endaði við at bjóða henni við í ein granskingarbólk í Oslo.
Verkætlanin hjá Katlu snýr seg um úrnýtslu og viðbrekni í kliniskari gransking við denti á gransking í fíggjarliga viðkvomum umhvørvum. Heitið á ritgerðini er: “On the Exploitation of Host Communities in International Clinical Research."
- Granskingin hjá Katlu Heðinsdóttier er partur av stórari granskingarverkætlan við heitinum “Convergent Ethics and Ethics of Controversy - (CEEC)” har fleiri granskarar kanna alment ivasemi mótvegis nýggjari biotøkni úr etiskum, sálarfrøðiligum og politiskt-filosofiskum sjónarhornum.
Klemens Kappel, professari á Københavns Universitet, hevur verið høvuðsvegleiðari og Erik Malmqvist, lektari á Göteborgs Universitet, hjávegleiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald