
Hon er leys, frí og fræls sum fuglurin.
Ongan sjeik og ongi børn.
Og so hevur hon kastað seg út í nakað, sum fyrr ikki bara var mett sum eitt mannfólkaarbeiði burturav, men sum so sanniliga eisini var tað, tí ongin tá við sínum fullu fimm dugdi at ímynda sær nakað annað.
Altso at síggja eina kvinnu stýra og arbeiða við eini gravkúgv!
Ið hvussu er ikki her heima hjá okkum, mundi niðurstøðan hjá fólki flest helst vera tá í tíðini.
- Eg byrjaði upprunaliga hjá Plan í 2019 sum lastbilaførari. Eg havi koyrikort bæði til lastbil og trailara, greiðir Katrin H. Iversen eldhugað frá.
- Síðani fór eg í smáum at læra meg at koyra maskinu, og faktiskt eri eg í læru enn. Eg slapp at royna at flyta og grava við smærri maskinum. Síðani lærdi eg at flyta tær størru maskinurnar, um tær stóðu fyri og eg skuldi framvið við lastbilinum. Eftir tað slapp eg at fylla bilin av og á við sandi og øðrum tilfari, mest við smærri maskinum, men viðhvørt eisini við størri maskinum. Og soleiðis helt tað fram.
Øll samrøðan við Katrina Helgadóttir Iversen kann lesast ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald