Uttanlands

Noreg: 14 ára gamal drongur tikin fyri at stjala ein buss - fyri triðju ferð innan eitt hálvt ár

Sunnudagin varð hann tikin, eftir at hann hevði koyrt ein buss úr Oslo til Kristiansand - ein túrur á umleið 300 kilometrar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-05-18 16:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 14 ára gamla norskur drongur varð um vikuskiftið tikin fyri at hava stolið ein buss - fyri triðju ferð innan eitt hálvt ár, upplýsir norska løgreglan sambært norska kringvarpinum NRK.

Bussurin varð stolin í Oslo og varð steðgaður í Kristiansand, sum er umleið 300 kilometrar frá norska høvuðsstaðnum.

Løgreglan tekur tað í størsta álvara, at ein ungur drongur stjelur bussar og koyrir runt í ferðsluni. Sosialu myndugleikarnir eru kunnaðir, men tað er ógreitt, hvat fer at henda við dronginum, skrivar Ritzau.

Miðskeiðis í apríl varð eisini boðað frá, at sami drongurin hevði stolið ein buss í norska høvuðsstaðarøkinum og var koyrdi allan vegin til Svøríkis, har myndugleikarnir fingu fatur á honum. Tá hevði hann koyrt umleið 200 kilometrar.

Les eisini: 14 ára gamal stjól buss og koyrdi til Svøríkis

14 ára gamli drongurin skal eisini hava stolið ein buss í Stavanger-økinum. Tá koyrdi hann runt í tríggjar tímar, áðrenn hann lat bussin aftur.

Ongar fráboðanir hava verið um fólkaskaða í sambandi við hesar hendingar, og ferðafólk hava heldur ikki verið í bussunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder