Tað mundi leypa hvøkk á havnarborgarar, tá teir um vikuskiftið fingu eygað á ikki færri enn trý týsk herskip á veg inn á Havnina. Talan er um eitt størri herskip, tvs eina frigatt og tvey minni, korvettir nevnd. Tvey teirra loysa frá landi í kvøld, meðan størsta skipið av Brandenburg slagnum, verður her til fríggjadagin.
![]()
Hetta upplýsir Tor Shipping, sum er agentur hjá skipunum. Á bryggjuni í Havn helt onkur fyri, at nú tíðindi bórust í Útvarpinum nú um dagarnar, at Skansin í Havn var um at detta sundur og tørvaði stórar ábøtur, at skipini vóru helst komin fyri at verja Havnina undir umvælingini av Skansanum. Eisini kom hesum til hugs broyttu tíðirnar, har bretsk herskip vórðu gerandissjón undir seinna heimsbardaga, og sum nú í friðartíð eru avloyst av týskum herflota.
![]()
Jan Hjaltalin Olsen frá Tor Shipping sigur, at útlendskar herskipavitjanir vinda uppá seg og er tað eisini kærkomið fyri føroyskar tænastuveitarar, tí skipini leggja nógv eftir seg. Herskip rinda ikki havnagjald, men tey hava harafturímóti tørv á nógvum tænastuveitingum umframt manningarskifti so sum loðsi, sleipibátum, provianti, olju, vatni, leigubilum, møguleika at vaska klæði, hýruvognum, gisitingarhúsum og loksins flogflutningi av landinum fyri bert at nevna nakrar av tænastunum.
![]()
Hetta er væl meira enn onnur skipasløg hava tørv á heldur Jan Olsen, sum sær fyri sær, at vitjan av herskipum av ymsum slag úr ymsum londum uttan iva fer at økjast komandi árini, hetta ikki minst orsakað av broyttu geopolitisku støðuni í heiminum, serstakliga í Norðuratlantshavi. Vaksandi talið av herskipum, sum koma í føroyskar havnir, luttaka oftani í venjingum eitt nú eystan fyri Føroyar.
![]()
![]()
Gomlu kanónirnar á bretska slagskipinum Hood vórðu settar upp á Skansanum.
Tað vísir seg, at manningarnar á herskipunum ynskja at koma til Føroya heldur enn til onnur lond eftir tænastum. Hjá Tor Shipping fáa tey nevniliga at vita, at Føroyar hava høga raðfesting bæði av tænastugóðskuni men ikki minst av vøkru náttúruni og gerast útferðir eisini alsamt fleiri. Eitt nú er Krígssavnið í Vágum eitt av nógv vitjaðu støðunum á landi.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald