![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Leygardagin 18. juli vóru fýra kavarar niðri á vrakinum av Olshanu, sum sakk á Flesjunum í 2007. Hetta var fyrstu ferð, at kavarar høvdu vitjað vrakið, sum liggur á 78 metrar dýpi.
Í morgun fór so enn ein kavari á vitjan – hesuferð bert niður til mastrina.
– Henda frálíka morgun kavaði eg einsamallur teir 47 metrarnar niður til mastina av Olshanu, sum sakk fyri 13 árum síðani, skrivar Ingi Sørensen á Facebook.
Les eisini: Kavarar vóru niðri á Olshanu
Niðanfyri síggjast m.a. myndir, kavarin tók á 47 metrar dýpi.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald