Tað at Margretha Drotning gamlaárskvøld kunngjørdi, at Hennara Hátign fór at leggja trónuna frá sær 14. januar, hevur fylt nógv í Danmark seinastu dagarnar.
Nú er tað veðrið. Landið er nú rakt av tí, sum Peter Tanev skýrir ein "svakligan veðurdag". Veðurfrøðingurin hjá TV2 slær fast, at 3. januar verður ein søguligur veðurdagur í Danmark: Tað eru nógv ár ímillum, at landið verður rakt av slíkum veðrið.
Tað er ódn ymsastaðni, umframt vatnflóð. Trø eru koppaði, nógvar avlýsingar eru longu í almennari ferðslu - einki tok koyrir millum Aalborg og Aarhus - og øll óneyðug koyring í millum annað Eysturjútlandi verður nú frárádd.
tv.dk hevur liveblogg frá veðrinum, og til ber at fylgja við her
Sum altíð, so er tað ógvuliga ymiskt, hvussu veðrið rakar. Sum so ofta í Danmark er tað verri í Jútlandi. Ringa veðrið stendur tó til at halda sær til íhvussu er fyrrapartin í morgin, so tað kann ávirka heilt nógv, siga serfrøðingar.
Talan er um nógv avfall - regni og serliga kava - og eisini vind, sum órógvar samferðluna og hendan gerandisdagin. Nógvir fleiri veðurskaðar kunnu væntast næsta samdøgrið.
Uttanlands
Kavaódn hevur rakt Danmark
Skaðar, avlýsingar, stongdir vegir og annað. Tað er ymiskt, hvussu veðrið rakar, men tað ávirkar nógv, og talan er um søguligan veðurdag í Danmark
Nógvar avlýsingar eru longu í almennari ferðslu. Tað verður nú frárátt allari óneyðugari koyring í millum annað Eysturjútlandi, og
2024-01-03 08:06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald