Innanlands

KBI lýst til sølu

Talan er um ein ognarlut á 70 prosent av samlaða kapitalinum í Sp/f KBI, sum verður settur til sølu vegna deyðsbúgv

(Mynd: KBI)

(Mynd: KBI)

2023-12-22 06:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vegna deyðsbúgv verður allur ognarluturin hjá búnum í Sp/f KBI lýstur til sølu. Talan er um ein ognarlut á 70% av samlaða kapitalinum í Sp/f KBI. Ætlanin er at selja ognarlutin undir einum.

Tað er á ogn.fo, at fráboðanin er komin út.

Áhugaðir keyparar, sum verða hildnir at vera skikkaðir, kunnu fáa atgongd til nærri kunning við at undirskriva eina trúnaðaravtalu.

Á Ogn.fo verður sagt, at fráboðan ikki er at meta sum eitt tilboð um at keypa partabrøv, men sum ein innbjóðing at luttaka í einari sølutilgongd. Búgvið tilskilar sær rætt til ikki at selja ella at seta aðra sølu-tilgongd í verk eftir egnum tykki.

Karl Birgir Isaksen stovnaði fyritøkuna í 2002, og rak hana til hann brádliga doyði fyri góðum ári síðan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder