Innanlands

KBI: Rannvá Isaksen fyribils tikið við sum stjóri

Rói Clementsen er givin í fyritøkuni, sum Jákup & Ester Mikkelsen, Hans Arni & Durita Thomsen og Árni & Ása Frederiksberg keypti seg inn í gjár

Rannvá Isaksen er ein av trimum døtrum hjá Karl Birgiri Isaksen, sum stovnaði fyritøkuna. Tær eiga 30 prosent av KBI (Mynd: kbi.fo)

Rannvá Isaksen er ein av trimum døtrum hjá Karl Birgiri Isaksen, sum stovnaði fyritøkuna. Tær eiga 30 prosent av KBI (Mynd: kbi.fo)

2025-09-05 14:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Har eru ymiskar broytingar KBI.

Fyritøkan í Klaksvík er veitari til vinnuna, og í gjár boðaði hon frá at seks fólk hava keypt 70 prosent av KBI.

Talan er um trý pør og seks navnfram fólk innan vinnu- og frítíðarlív í Klaksvík: Jákup & Ester Mikkelsen, Hans Arni & Durita Thomsen og Árni & Ása Frederiksberg.

Les eisini: KBÍ fingið nýggjar eigarar

[object Object]

Eitt stjóraskifti er eisini framt. Rannvá Isaksen stendur nú, bæði á heimasíðuni hjá KBI og Skráseting Føroya, sum stjóri í fyritøkuni har tølini serliga í fjør ikki vóru so góð sum undanfarin ár.

Rói Clementsen hevur verið stjóri seinastu árini, men hann er nú farin úr fyritøkuni. 

Portalurin hevur fingið upplýst, at Rannvá Isaksen er fyribils stjóri, og at summi viðurskifti skulu fáast uppá pláss.

Rannvá Isaksen er tann elsta av trimum døtrum hjá Karl Birgir Isaksen, sála. Hann setti KBI á stovn og rak sjálvur fyritøkuna.

Rannvá Isaksen, Karla Isaksen og Tóra Isaksen eiga samanlagt 30 prosent av KBI.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder