Politiska framtíðin hjá bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer, stendur fyri skotum, nú tað eru lokal- og økisval á skránni í Onglandi, Wales og Skotlandi í dag.
Tað snýr seg um at velja lokalráð ymsastaðni í Onglandi, og eisini fara walisar og skotar at velja nýggj umboð í teirra tjóðarting.
Talan er um eitt týdningarmikið val fyri Starmer og hansara arbeiðaraflokk, Labour, sum stríðist við sera lágari undirtøku í veljarakanningum samstundis sum flokkurin eisini er raktur av politiskum gølum.
Hava mist álitið á Starmer
Starmer hevur mist álitið hjá teimum flestu bretunum, og tí kann valið í dag, hóast talan ikki er um val til bretska undirhúsið, gerast eitt lagnuval fyri bretska forsætisráðharran.
Veljarakanningarnar undan valunum hava víst, at Labour kann missa upp til tríggjar fjórðingar av síni núverandi umboðan í kommunum og landslutum, har veljast skal í dag.
Politiskir eygleiðarar meta, at ein dyggur smeitur á valinum í dag kann gerast byrjanin til eina tilgongd, sum endar við, at Starmer leggur frá sær sum forsætisráðharri.
- Veljarakanningarnar benda á, at Labour fær eitt sera vánaligt val í stórum parti av landinum. Hetta kann gerast dropin, ið fær bikarið at flóta yvir hjá tjóðartingslimum, ið óttast fyri teirra politisku framtíð. Hetta kann gerast byrjanin til endan hjá Keir Starmer, sigur Akash Paun, ið er stjóri fyri tankasmiðjuni Institute for Government við finska kringvarpið, Yle.
Veljarar rýma til Reform UK og tey grønu
Valið í dag snýr seg um at velja umboð í kommunur, býarstýri og landslutir ymsta staðni í landinum. Eisini skulu umboð veljast í sjálvstýrandi tingini í Skotlandi og Wales.
Men valið verður eisini fatað sum ein fyribils uppgerð av stjórnarskeiðinum hjá Keir Starmer, sum byrjaði við stóra sigrinum til valið í 2024, men har tað síðan hevur gingið niður á bakka við stuðlinum í veljarakanningum.
Ónøgdin yvir stjórnarflokkin Labour og eisini stóra konservativa andstøðuflokkin, merkir, at stuðulin kann fara til bæði populistiskar høgrapolitikarar og til grønu andstøðingarnar.
Høgrumegin roynir Reform UK og brexit-arkitekturin, Nigel Farage, at styrkja sína støðu við at vinna atkvøður frá bæði arbeiðaraflokkinum og teimum konsservativu.
Og vinstrumegin bjóða tey grønu Labour av í fleiri býum, eitt nú í London, at arbeiðaraflokkurin stendur at tapa stórt til grøna flokkin.
Fyri flestu veljarar snýr valið í dag seg í minni mun um tað hugsjónarliga, men meira búskapin í gerandisdegnum. Sambært eini veljarakanning hjá Ipsos halda 54 prosent av bretum, at livikostnaðurin er tann mest umráðandi spurningurin, tá krossurin skal setast.
Blæsa lív í sjálvstýrisstríðið
Misnøgdin hevur givið teimum grønu vind í seglini. Tey vilja tí sesta í verk skattir á ognir og skipa eitt strangari eftirlit við leigumarknaðinum. Eisini Reform UK fær veljarar, sum kenna seg snýttar av teimum gomlu flokkunum.
Í Skotlandi vónar loysingarflokkurin, SNP, at varðveita valdið og blæsa nýtt lív í tankan um nýggja fólkaatkvøðu um sjálvstýri.
Og í Wals kann henda, at Labour missir valdið fyri fyrstu ferð síðan 1999 til tjóðskaparliga flokkin Plaid Cymru og til Reform UK, sum báðir standa sterkir í kanningunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald