2020-05-09 13:10
Í komandi viku fer flogfelagið Czech Airlines at taka ein part av flúgvingini uppaftur. Flúgvingin hjá felagnum hevur annars verið niðurløgd seinastu seks vikurnar, men 18. mai verður hon tikin upp aftur.
Í fyrsta umfari verður talan bert um flúgvingina til Amsterdam, Frankfurt, París og Stockholm, skrivar Politiken.
Øll ferðafólk skulu vera í masku, og tey skulu halda tveir metrar frástøðu. Eisini verða flogkabinurnar sóttreinsaðar áðrenn og aftaná hvønn túr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald