Fleiri staðni um okkara leiðir upplivdu fólk óvanliga høga flóð, eina lítla flóðaldu, í gjáramorgunin.
Meðan fólk ruddaðu økið í Vágsbotni eftir stóra festivalin um náttina, byrjaði knappliga at fløða, og sjógvurin stóð eina løtu langt inn á plássið, sum hevði rúmað fleiri túsund fólkum bara nakrar tímar frammanundan.
Men eins skjótt og tað fløddi, fjarðaði aftur eina løtu seinni.
Í Noregi varð fyribrigdið eisini skrásett, og á onkrum firðum, har streymurin gjørdist heldur harður, gekk hetta útyvir smábatar, sum fingu skaða, skrivar NRK.
Men hvat orsøkin er, er óvist.
Á norska stovninum NVE (Norges Vassdrags- og energidirektorat) sum heldur eyga við fyribrigdum so sum vatnflóð og virksemi í jarðarskorpuni, undrast tey eisini.
Ongin jarðskjálvti varð skrásettur leygardagin, men 28. juni, fríggjadagin, varð ein lítil jarðskjálvti á 3,0 á richterskalanum, skrásettur. Um hesin lítli skjálvti er orsøk til flóðalduna, er óvist, skrivar NRK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald