
Týsdagin 23. februar varð Erla Kongsdóttir tikin úr sigling, eftir at sprungur vóru komnar í fremsta salongrútin í stýriborðsíðu. Skipið vendi beinanvegin innaftur til Nólsoyar, og hevur ikki verið í sigling síðani. Eins og øll onnur, harmast Strandferðslan sera nógv um hendingina, og bæði hendan hendingin og hendingin 11. desember 2020 verður tikin í størsta álvara.
Tað skrivar Strandferðslan. Í skrivi á heimasíðu sínari, undrast Strandferðslan á útsagnirnar um tænastuna á Nólsoyarleiðini, sum seinastu tíðina hava verið í fjølmiðlunum.
Funnist verður at viljanum og evninum hjá Strandferðsluni at veita nøktandi tænastu, manglandi veiting av eitt nú olju til Nólsoyar skyldast væntandi farmaflutningi út í oynna, og reglusemið er munandi versnað, meðan Erla Kongsdóttir hevur røkt siglingina á leið 90. Hesum kennir Strandferðslan seg ikki aftur í.
Strandferðslan sigur, at støðan á Nólsoyarleiðini ikki kemur ávart á tey, og at tey í fleiri ár hava ávarað um, at líknandi støða kundi taka seg upp, um einki munagott varð gjørt í mun til verandi skipaflota.
– Strandferðslan gjørdi longu í 2012/2013 eina langtíðar íløguætlan fyri viðlíkahald av verandi skipum fram til 2023, men so at siga allar tilráðingar hava verið til fánýtis fram til í 2020.
– Í 2017 bað SSL óhefta serfrøðingafelagið Knud E. Hansen gera eina støðulýsing av flotanum, har ein neyv útgreining er gjørd um, hvussu støðan er hjá ymisku skipunum. Ávarað varð millum annað um vánaligu støðuna hjá Ternuni.
– Í 2018 sendi Strandferðslan táverandi Samferðslumálaráði eina trý-ára umvælingarætlan fyri Ternuna, har Ternan bleiv umvæld í fýra stigum á sumri 2019-2021. Hetta so tað ávirkaði minst møguligt tænastuna á eitt nú leið 90. Tað var fyri Strandferðsluna púra greitt, at umfatandi arbeiði skuldi gerast á nú 40 ára gamla skipið, tí tæringar gjørdi meira og meira um seg, og at viðkomandi myndugleikar fyrr ella seinni fóru at taka siglingarloyvið, sum so hendi 30. september í 2020. SSL fekk tá 20 dagar eykaloyvi, meðan bíðað varð eftir Erlu Kongsdóttir at seta inn á leið 90 sum avloysaraskip. Seinkingar av byggingini av Erlu gjørdu, at ein nýggja kabal mátti leggjast, sum ávirkaði fleiri aðrar leiðir.
– Hevði umvælingarætlanin frá 2018 verið tikin í tí álvara, sum Strandferðslan vísti á, hevði støðan á Nólsoyarleiðini verið ein heilt onnur í dag. Strandferðslan hevur ár eftir ár roynt at fáa neyðuga fígging til at stýra alneyðugum viðlíkahaldi av flotanum. Hetta júst fyri at tað ikki skuldi gerast viðlíkahald, sum stýrir Strandferðsluni.
Strandferðslan vísir eisini á, at millum 20. oktober, tá Ternan fór á beding, og 26. februar, eru 1.820 einvegis túrar sigldir á Nólsoayrleiðini, 402 túrar fleiri, enn Ternan skuldi havt siglt í sama tíðarskeiði sambært ferðaætlanini.
Hesir túrar hava verið sigldir av Erlu Kongsdóttir, Hasfjord og Jósup, og sambært Strandferðsluni varð reglusemið á leið 90 94,6% við Erlu Kongsdóttir, 96,8% við Jósup, meðan Ternan til samanberingar, hevði eitt reglusemi á 94,6% í januar 2020.
Hasfjord hevur gjørt regluligir farmatúrar hvørja viku í tøttum samskifti við eitt nú oljuveitarar fyri at nøkta tørvin at flyta tyngri farm, meðan stykkjagóðs er farið við Erlu Kongsdóttir, sigur Strandferðslan.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald