placeholder
Innanlands

Kenna seg einsamøll og vónleys

Ein donsk kanning vísir, at tað kann hava stór sálarlig árin at fáa korona, og í næstum verða úrslitini frá føroyskum koronagranskingarverkætlanum eisini tøk, skrivar Granskingarráðið

Mynd: Granskingarráðið

Mynd: Granskingarráðið

2020-08-28 17:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað kann hava stór sálarlig árin at fáa korona, og fleiri hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp. Tað vísa kanningar, ið danskir granskarar hava gjørt.

Granskararnir hava havt samrøður við 15 koronasjúklingar, ið m.a. siga seg hava kent seg eitrandi, einsamøll og vónleys.

Óvissa um nýggju sjúkuna, ógvisligur tíðindaflutningur og avbyrging eru nakrar av orsøkunum til sálarligu trupulleikarnar hjá sjúklingunum, skrivar Granskingarráðið, ið vísir til grein hjá Videnskab.dk.

Nógv hevur verið granskað í árini av korona, síðani sjúkan av álvara fór at gera um seg í Evropa fyri einum hálvum ári síðani, og eisini í Føroyum eru fleiri granskingarverkætlanir um korona ávegis, ið skulu greina avleiðingar av sjúkuni fyri tey smittaðu, teirra avvarðandi og samfelagið á fleiri økjum.

Granskingarráðið hevur við dyggum fíggjarligum stuðli frá fleiri fyritøkum latið áleið tríggjar mió. krónur til gransking í korona. Fyrstu úrslitini av hesum verkætlanum verða væntandi tøk í næstum, skrivar ráðið.

Men hóast nógv gransking longu er farin í gongd, ber enn til at søkja um stuðul. Næsta umsóknarfreist til stuðul úr Granskingargrunninum er 15. februar 2021.

Higartil hava 14 verkætlanir fingið stuðul úr Granskingargrunninum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder