Innanlands

Kenna seg hjálparleys og vónsvikin

Heimafriður rópar varskó í samband við støðuna í Vestmanna, og at fólk kring landið aftra seg við at boða frá, tá skip áhaldandi larma

Havnarlagið í Vestmanna í samband við Bátastevnuna (Mynd: Jens Kr. Vang)

Havnarlagið í Vestmanna í samband við Bátastevnuna (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-29 11:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Makthavararnir í føroysku kommnunum gloyma heilsu og trivnaðin hjá borgarum sínum til fyrimuns fyri eina lutfalsliga lítla inntøku. 

Soleiðis byrjar Heimafriður eitt tíðindaskriv - eitt tíðindaskriv sum er orðað í kjalarvørinum av, at MV Arctica hevur ligið við bryggju í Vestmanna í vikuni í samband við umskiping. Bygdaráðið hevur ikki samtykt at farið undir hetta virksemi - talan er um eina roynd, skrivar Vestmanna kommuna. Í gjárkvøldið viðgjørdi bygdaráðið tí støðuna, tí russiski trolarin hevur larmað so illa, at fleiri borgarar hava havt ampa av tí.

Les eisini: Larmur í Vestmanna: Russiskur trolari ávirkar trivnaðin 

Heimafriður skrivar, at felagið hevur varhuga av, at inntøkan av larmandi russisku skipunum ikki er tann stóra. Felagið tó eingin ítøkilig tøl ella skjalprógvan at vísa á viðvíkjandi hesum, men skrivar, at "nýggi havnafútin vil vísa kreftir og ger somu feilir, sum starvsfelagir hansara hava gjørt"

-  Vestmanna Havn hevur nú bjóðað einum av hesum larmkeldunum vælkomnari inn í náttúruvakra og friðarliga umhvørvið í Vestmanna. Vónandi tekur Vestmanna kommuna røttu avgerðina um at steðga óskilinum, áðrenn ótolandi larmur og útsvínan av luftini fer at forpestað lívið hjá vestmenningum. 

Semja varð í gjár um at eftirmeta hesa umskipingina og at kanna, hvussu trivnaðurin hjá borgarunum kann sameinast við framtíðar vinnuvirksemi á havnini. Málið verður fyrst beint í Havnarnavndina og síðani í Bygdarráðið til viðgerðar, skrivar Vestmanna kommuna.

 

- Uppliva at fólk ikki orka ella tíma at blíva við at boða frá:

Í tíðindaskrivinum ger Heimafriður støðuna, ið sambært teimum ikki er batnað, upp á hendan hátt: 

Seinastu tíðina hava larmandi útlendsku skipini aftur gjørt innrás í fleiri føroyskum havnum, men fólk aftra seg við at siga frá, tí tey eru bangin fyri sosialu og fíggjarligu avleiðingunum. Ein onnur forðing fyri, at fólk klaga er vónloysi. Vit uppliva at fólk ikki orka ella tíma at blíva við at boða frá. 

- Hví skulu vit blíva við at kæra okkara neyð, tá einki verður gjørt allíkavæl, hoyra vit fólk siga. Tey vita, at hvørjaferð hesi skipini liggja inni, er eingin friður, hvørki dag ella nátt.  Hetta er einki nýtt og myndugleikarnir hava í áravís verið vælvitandi um trupulleikan, men hóast hetta, heldur óhugnaligi gangurin fram.

Tað er misjavnt hvussu nógvar klagur Heimafriður fær frá fólki; við hvørt eru tær nógvar og onkuntíð færri. Hóast klagurnar ikki altíð eru líka nógvar í tali, er tað als einki tekin um, at trupulleikin er burtur. Tvørturímóti er trupulleikin helst størri, tí borgarar missa vónina um at tað nyttar at boða frá. 

Tíverri er veruleikin tann, at vit eru uppí ímóti sterkum kreftum, mótvilja og skilaloysi. Virksemið av hesum slag, hevur ótarnað hildið fram í so mong ár, og tað er torført at fáa eyðsýndar broytingar framdar. 

Er eingin broyting, tekur tú vónina frá fólki. Í áravís hava borgarar klagað um ótolandi gangin frá skipum. Borgarar hava søkt hjálp frá øllum hugsandi myndugleikum, men trupulleikin heldur ótarnað fram og fólk føla seg púra hjálparleys og vónsvikin. 

Halda vit ikki á at rópa málið upp, dettur málið av skrá og verður aftur koyrt í "gloymiskuffuna”, har tað hevur fingið frið í alt ov nógv ár.



Til endans skrivar  Heimafriður, at tørvur er á fráboðanum, og at allar fráboðanir verða í trúnaði millum fráboðaran og Heimafrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder