Innanlands

Kenna seg noydd at herða verkfallið enn einaferð

Mánadagin 9. november fara enn fleiri sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall, boðar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-06 11:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur verið í verkfalli í nærum tríggjar vikur, uttan at Fíggjarmálaráðið hevur flutt seg ein tumma. Tí kenna sjúkrarøktarfrøðingar seg enn einaferð noyddir til at herða verkfallið, skrivar Felagið Føroyskir Sjukrarøktarfrøðingar í fráboðan á heimasíðu felagsins.

– Vit fóru í verkfall, tí at Fíggjarmálaráðið ynskir at varðveita søguliga skeivleikan í lønini hjá okkara limum. Hetta kunnu sjúkrarøktarfrøðingar sjálvandi ikki góðtaka.

– Vit hava sum felag gjørt alt fyri, at verkfallið ikki skal gera støðuna á sjúkrahúsunum hættisliga við at veita øll neyðug undantøk. Hóast hetta vísir landsstýrið ongan vilja at fara undir veruligar samráðingar.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar herðir tí verkfallið frá mánadegnum 9. november klokkan átta.

Hetta verður galdandi fyri sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum, ið arbeiða á:

EEG ambulatorium
Húð ambulatorium
Skurð ambulatorium
Diabetis ambulatorium
Cardiologisk ambulatorium
Hjartarehabilitering
Lunga ambulatorium
Reumatologisk ambulatorium
Neurologisk ambulatorium
Scopieindini

Eisini verður tað galdandi fyri sjúkrarøktarfrøðingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ið arbeiða á:

Svøvn ambulatorium
Diabetis ambulatorium
Almen kriurgisk ambulatorium
Ortopædisk ambulatorium
Urologisk ambulatorium

Eisini umfatar tað sjúkrarøktarfrøðingar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, ið arbeiða á:

Pínuklinikkini
Cardiologisku starvsstovuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder