Mentan

Kenneth og Birgitte framføra í Havnar kirkju

Kenneth Jones og Birgitte Schnakenburg at spæla til matiné í Havnar kirkju

2018-08-08 08:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 11. august fara Kenneth Jones og Birgitte Schnakenburg at spæla til matiné í Havnar kirkju.

Kenneth Jones er trompetleikari. Hann starvast á musikkskúlum kring landið og er væl kendur í føroyska hornorkesturheiminum. Upprunaliga er hann úr Wales, men hevur nú í nógv ár búð og arbeitt í Føroyum.

Birgitte Schnakenburg spælir klaver og arbeiðir í Tórshavnar musikkskúla, har hon bæði undirvísir í klaver og hevur fylgisspælið, tá ið næmingar, sum spæla onnur ljóðføri, hava tørv á fylgisspæli. Birgitte er upprunaliga donsk og hevur eisini í nógv ár búð í Føroyum.

Kenneth og Birgitte hava spælt saman í fleiri ár og havt nógvar konsertir saman. Tey hava eisini givið út fløgu við tónleiki fyri trompet og klaver.

Leygardagin fara tey at spæla tónleik av Kenneth Jones og Pauli í Sandagerdi. Kenneth hevur lagt løgini Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, Einki er sum summarkvøld við strendur og danska lagið I skovens dybe stille ro til rættis fyri trompet og klaver. Birgitte fer at spæla fýra sangir eftir Paula í Sandagerði: Vísa, Flýgur tú lógv, Træið og Fjarlagt hvesti hann sjógvin.

- Havnar Kirkja

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder