Peter Tabichi, ein skúlalærari í Kenya, hevur vunnið heimsins størstu læraravirðisløn "The Global Teacher Prize" (Altjóða Læraravirðislønin) umframt eina mió. dollarar.
Á hvørjum ári verður ein lærari heiðraður fyri "framúrskarandi avrik", og Peter Tabichi varð valdur framum 10.000 onnur, skrivar DR.
Hann hevur vakt ans, tí hann hvønn mánað hevur latið 80 prosent av inntøku sínari til fátækar næmingar í bygdini Pwani, har hann eisini undirvísir. Hann undirvísir í náttúruvísindi, og ein triðingur av næmingunum hjá honum hava mist eitt ella bæði foreldur.
Skúlastovurnar eru ikki væl útgjørdar, og skúlin hevur bert eina teldu við atgongd til alnótuna, sum allir næmingarnir mugu deilast um. Á skúlanum ganga ung millum 11 og 16 ár.
Handanin av virðislønini var í dag í Dubai. Tað var sjónleikarin Hugh Jackman, sum handaði virðislønina.
Fyri at sleppa til handanina, noyddist Peter Tabichi at flúgva til Dubai, og var hetta fyrsta flogferð hansara nakrantíð. Í røðu sínari takkaði hann pápa sín, ið ansaði eftir honum og mongu systkin hansara, eftir at mamma hansara doyði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald