Fríggjadagin vísti norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un seg alment í sambandi við vígsluni av einari nýggjari verksmiðju. Hetta var fyrstu ferð, at hann varð sæddur alment síðan 11. apríl, skrivar TV2.
Seinastu vikurnar hava verið gitingar, leysasøgur og óváttaðar miðlasøgur um heilsustøðuna hjá Kim Jong-un. Summi vildu m.a. vera við, at norðurkoreanski leiðarin var deyður ella heiladeyður orsakað av einari skurðviðgerð, sum ikki gekk sum ætlað.
Tað var serliga, tá Kim Jong-un ikki luttók í einum almennum hátíðarhaldi í norðurkoreanska høvuðsstðanum 15. apríl, at fólk byrjaðu at undrast. Tað var føðingardagur Kim Il Sung, abbi Kim Jong-un og stovnari av Norðurkorea, sum varð hátíðarhildin, og tí vakti tað ans, tá Kim Jong-un ikki luttók.
Men nú er tað prógvað, at Kim Jong-un er á lívi og tykist at vera væl fyri, og hetta fegnast amerikanski forsetin, Donald Trump um.
– Eg eri glaður fyri at síggja, at hann er afturkomin og hevur tað gott, skrivaði Trump á Twitter leygardagin.
I, for one, am glad to see he is back, and well! https://t.co/mIWVeRMnOJ
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) May 2, 2020
Tað var leygardagin, at Norðurkorea almannakunngjørdi nakrar myndir av Kim Jong-un, tá hann luttók í vígsluni av nýggju verksmiðjuni.
Tann eina myndin vísir Kim Jong-un klippa eitt reytt band, og ein onnur mynd vísir ein smílandi Kim Jong-un standa frammanfyri verðsmiðjuni saman við fleiri embætismonnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald