Innanlands

Kim Larsen deyður, 72 ár

Andaðist í morgun

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-09-30 10:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kendi danski sangarin Kim Larsen er deyður, 72 ár. Tað skriva danskir miðlar fyrrapartin.

Á heimasíðuni hjá sangaranum verður upplýst, at Kim Larsen andaðist stillisliga , umgirdur av sínum nærmastu. Hann hevur bart móti sjúku í longri tíð.

Kim Larsen avlýsti fyrr í ár nakrar konsertir, eftir hann fekk staðfest prostatakrabba. Hann kom fyri seg aftur og spældi fleiri stórar konsertir.

Hann var forsangari í rokkbólkinum Gasolin, og er maðurin handan nógvar kendar sangir. Millum annað “Midt om natten” og “Kvindemin”.

(Mynd: DR)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder