
14. apríl vórðu 89 koronatilburðir skrásettir í Kina. Landið, ið hevur hægsta fólkatalið í heiminum, hevði fyrstu skrásettu tilburðirnar av covid-19. Teir vóru skrásettir januar, men síðani gjørdist greitt, at virusið longu hevði spreitt seg seint í 2019.
Tað var serliga í Hubei-økinum og í býnum Wuhan, at støðan var ring tíðliga í ár, men so líðandi batnaði. Nú er útbrot í trimum ymsum økjum í landinum, og greitt er, at í 57 útav teimum 61 tilburðunum, ið eru staðfestir í dag, er persónurin smittaður í Kina. Hetta skrivar AFP tíðindastovan.
Ótii er fyri einari nýggjari bylgju av Covid-19 í landinum, har 83,891 skrásettir tilburðir hava verið.
Les eisini: Áleið helmingurin av koronatilburðunum er skrásettur í USA, Brasil ella India
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald