Í dag byrjaði fyrsti talgildi ársfundurin hjá Heimsheilsustovninum WHO, sum eisini er 73. ársfundurin hjá stovninum.
At byrja við helt kinesiski forsetin Xi Jinping eina røðu, har hann segði seg stuðla ynskinum hjá fleiri londum um eina óhefta kanning av korona alheimsfarsóttini. Tó fyrst, tá "mann hevur fingið tamarhald á støðuna".
Sambært kinesiska forsetanum, hevur Kina allatíðina verið gjøgnumskygt, tá talan hevur verið um koronavirusið. Eisini lovaði hann at játta tveir mia. dollarar yvir tvey ár (uml. 13,8 mia. í okkara krónum) í stríðnum móti avleiðingunum av farsóttini.
Ársfundurin varar tveir dagar, og sambært Ritzau fara heilsumálaráðharrar úr meginpartinum av heiminum væntandi at taka undir við einari óheftari kanning av upprunanum til farsóttina.
Les eisini: Kaj Leo Holm Johannesen á ársfundi hjá WHO
Tað var í býnum Wuhan í kinesiska Hubei-landslutinum, at nýggja koronavirusið hevur sín uppruna, men hvussu virusið kom at smitta millum menniskju eru fólk ikki heilt samd um.
Summir granskarar halda, at virusið stavar frá einari flogmús, meðan USA heldur, at virusið hevur sín uppruna í einari kanningarstovu í Wuhan. Hetta seinasta hevur Kina víst aftur.
Væntandi verður atkvøðugreiðsla um hetta í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald