Í september fór bretska ferðavinnufyritøkan, Thomas Cook á heysin, og 30. oktober varð boðað frá, at norski Petter Stordalen saman við tveimum íløgugrunnum, hevði keypt norðurlendska partin av fyritøkuni, m.a. Spies og Thomas Cook Airlines Scandinavia.
Les eisini: Thomas Cook Northern Europe keypt av norskum hotelkongi
Nýggi eigarin slepti sær beinanvegin av við Thomas Cook-navninum, og Thomas Cook Airlines Scandinavia eitur nú SunClass Airlines. Men kortini er Thomas Cook-navið bjargað, tí í gjár boðaði kinesiska fyritøkan Fosun frá, at hon hevði keypt navnið.
Tað skrivar JyllandsPosten.
Les eisini: Felagið hjá Stordalen skal eita Sun Class Airlines
Fosun keypti rættindini til navnið Thomas Cook fyri 11 mió. bretsk pund (uml. 95,5 mió. krónur).
Kinesiska fyritøkan var ein av størstu partaeigarunum í Thomas Cook, áðrenn fyritøkan fór á heysin.
Handilin umfatar eisini hotelnøvnini Casa Cook og Cook's Club, og hevur Fosun nú atgongd til Thomas Cook-navnið og allar heimasíður hjá Thomas Cook umframt síður á sosialu miðlunum.
Thomas Cook, ið varð stovnað í 1841 er heimsins elsta ferðavinnufyritøka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald