Tíðliga í morgun kunngjørdi Norwegian, at felagið hevur fingið fingið umskipað síni fíggjarviðurskifti, soleiðis at trygd kann gevast fyri einum ríkisláni, so at tað ikki fer á húsagang.
Les eisini: Norwegian til reiðar við bjarginarætlan
Seinni varð gjørt greitt, at kinesiska felagið BOC Aviation hevur spælt ein leiklut. BOC Aviation leigar vanliga flogfør til Norwegian, men hevur ikki áður átt nakran part í flogfelagnum, ið hevur verið í sera tungum sjógvi seinastu tíðina.
Afturfyri at fyritøkan strikar eina milliard norskar krónur av skuldini hjá Norwegian, fær BOC Aviation 12,67 prosent av partabrøvinum í Norwegian, og eigur harvið ein rímiliga stóran part av norska felagnum nú.
Hetta hevur verið neyðugt hjá Norwegian, ið skuldi fáa skuld strikaða fyri at fáa rætt til eitt ríkislán. Hetta er á tríggjar milliardir. Norwegian hevur samnalagt fingið lagt 12,7 millardir norskar krónur um frá skuld til eginpening.
Í kunning til Børsen skrivar Norwegian, at kinesiska felagið ígjøgnum fleiri fyritøkur er undir kinesisku stjørnuni. Harvið kann sigast, at kinesiski staturin nú meira ella minni eigur 12,67 prosent av norska flogfelagnum, ið heldur sær omanfyri vatnskorpuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald