2020-05-20 10:40
Eins og flogfeløg kring heimin, hevur Norwegian verið hart rakt at koronastøðuni, og støðan seinastu mánaðirnar hevur ikki verið góð.
Nú hevur felagið fingið umskipað síni fíggjarviðurskifti. VG skrivar, at Norwegian hevur fingið lagt 12,7 millardir norskar krónur um frá skuld til eginpening.
Norwegian uppfyllir nú krøvini fyri at verða við í hjálparpakka tvey og trý í Noreg, og hevur fingið góðkent eitt ríkislán á tríggjar milliardir norskar krónur - beint yvir tvær millardir danskar krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald