Innanlands

Kioskin hjá Náttarravnunum skal út á Hamaran

Tað kom fram á býráðsfundi í kvøld

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-09-27 19:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Sum eg skilji er ætlanin at koyra hana (kioskina, red.) út á skúlan á Argjahamri, so tey fáa gleði av henni. Og tá hevði tað verið stuttligt at fingið hana aftur í sín uppruna stand, so vit síggja hvussu flott hon er.

Tað segði Marin Katrin Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar býráði á býráðsfundi í kvøld.

Tað var í august at Tórshavnar kommuna boðaði frá, at kioskin, sum stendur í Steinatúnið skal takast niður í sambandi við býartorgið, sum skal gerast. Ætlanin er at leggja tekju á ein part av Steinatúni.

Hon nevndi eisini at bygningurin er gjørdur hjá Bygningssnikkaravirkinum í 80unum. Og tað serstaka við kioskini er at hon er gjørd úr mahogany, og tekjan er úr glasfipri.

- So hetta hevur verið eitt dýrt bygningsverk, sigur Marin Katrina Frýdal um kioskina, sum ymsir býráðslimir nú vilja hava í upprunastand.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder