2018-10-28 10:42
Í dag verður ein stórur dagur hjá kirkjufólkinum í økinum við Norðskála, tí í dag verður kirkjan endurvígd eftir eina rættiliga umfatandi umvæling. Tað skrivar folkakirkjan.fo.
Myndir av kirkjuni vórðu sendar í Degi & Viku hóskvøldið, har stóru umvælingarnar vórðu vístar fram.
Klokkan 11 í dag fer Jógvan Fríðriksson, biskupur, so at endurvíga kirkjuna, sum annars varð vígd í 1932.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald