
Nú er møguligt at fara á tykisferð í kirkjuni við Norðskála. Hesum boðar Fólkakirkjan frá á heimasíðu sínari, har greitt verður soleiðis frá upprunanum til kirkjuna.
- Fyrrapartin av tjúgunum sendi presturin Wilhelm Nielsen út eitt "opraab", og heitti á kirkjufólkið um at fáa bygt kirkju. Hetta gjørdist veruleiki 10. januar 1932, tá ið Jákup Dahl próstur vígdi kirkjuna.
Kirkjan varð bygd í eini tíð, har togan var um hvørt kirkjumálið skuldi vera danskt ella føroyskt. Tí varð skipað fyri fólkaatkvøðu sunnudagin 18. oktober um skriftstøðini undir altartalvuni og í forkirkjuni skuldu vera á føroyskum ella donskum. Úrslitið varð 40-29.
Til ber at síggja kirkjuna við Norðskála sum tykisferð her
Ovast til høgru á síðuni á folkakirkjan.fo ber til at trýsta á Tykisferðir. Tíggju kirkjur er nú tøkar:
Christianskirkjan, gamla Gøtu kirkja, Sandavágs kirkja, Húsavíkar kirkja, Kvívikar kirkja, Eiðis kirkja, Ólavskirkjan í Kirkjubø, Haldórsvíkar kirkja, Hvannasunds kirkja og kirkjan við Norðskála.
Ætlandi verður Vesturkirkjan tøk sunnudagin 24. august, tá ið tað er 50 ár síðani hon varð vígd og tikin í nýtslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald