Í góðveðrinum í gjár varð móttøka hildin á bryggjuni í Fuglafirði, í samband við at Bakkafrost fekk handað metstóra tvíkilju frá KJ. Felagið á Kambsdali hevur bert veitt eina tvíkilja í hesari støddini áður frá. Hon varð handað Hiddenfjord í fjør summar.
Hetta upplýsir KJ í skrivi fyrrapartin.
Hendan nýggja tvíkiljan hjá Bakkafrosti hevur fingið navnið Miðenni og fær heimstað í Kollafirði, har Bakkafrost hevur virki. Talan er um nýbygning nummar 63 hjá KJ.
- Miðenni er 20 metrar long og níggju metrar breið. Hetta ger, at tvíkiljan hevur stórt og gott dekspláss, umframt at hon eisini hevur tveir skjótt arbeiðandi og máttmiklar kranar frá Palfinger, á dekkinum. Talan er um ein 90 tonsmetur krana afturi í reyv í styriborðssíðu, umframt ein 33 tonsmetur krana miðskips aftanfyri stýrihúsið.
Miðenni á veg inn á Fuglafjørð í gjár- tvíkiljan hevur stórt og gott dekspláss, umframt at hon eisini hevur tveir skjótt arbeiðandi og máttmiklar kranar frá Palfinger, á dekkinum. (Myndir: KJ)
Afturat hesum hevur Miðenni eisini eitt 20 tons spæl, tríggjar trý
tons koppar og ein hydrauliskan koblingsplátuhaldara, ið bøtir munandi um trygdina hjá arbeiðsmonnunum umborð.
Í mun til maskinútgerð, so er talan um Iveco C13 motorar, har hvør motorur hevur 500 hestakreftir og tvær bógskrúvum. Ein máttmikil 119 KVA generator veitir ravmagnsorku til allar tær elektrisku útgerðina umborð.
Viggo Johannesen, stjóri hja KJ, sigur, at eftirspurningurin á stórum tvíkiljum er vaksandi.
- Vit hava nú veitt tvær metstórar tvíkiljur til føroysku alivinnuna, og gongdin í føroysku og útlendsku alivinnuni gevur ábendingar um, at tørvurin á fleiri slíkum tvíkiljum er vaksandi.
Myndir: KJ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald