Innanlands

Tikin fyri at smugla 1,5 kilo av hassji

Ein maður er í rættinum í morgun

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-01-10 09:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár tóku tollarar á flogvøllinum einn mann fyri at smugla 1,5 kilo av hassji í viðførinum.

Talan er ikki um ein føroying men kortini um ein danskan ríkisborgara, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Maðurin hevur játtað seg sekan og er í rættinum nú.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder