2026-01-09 07:57
Í mun til hvussu illa bilurin fór, so kundi tað verið verri, sigur løgreglan um ferðsluóhappið, sum hendi 29. desember á Oyggjavegnum sunnanfyri Lambafelli.
Tað vóru tríggir dreingir, sum høvdu stolið ein vøruvogn hjá byggifyritøku á einum bústaði og vóru farnir niðan á Oyggjarvegin at koyra. Nakað eftir midnátt hetta kvøldið koyrdu teir útav vegnum og bilurin fór rættiliga illa.
Løgreglan metir seg vita hvør hevur koyrt bilin, og skuldsetti í gjár ein av dreingjunum fyri at koyra bil uttan koyrikort.
Onkur av dreingjunum fekk okkurt smávegis brot av hendingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald