
- Eg haldi vit hava rætt til at veiða matin, sum svimur kring oyggjarnar. Tað er í, vit drepa springararnar. Vit skulu eta okkurt, og vit eta hetta. Sjálur haldi eg at hetta er betri enn at innflyta mat úr øllum heiminum, segði Jens Mortan Rasmussen í kjaki á BBC í gjár.
Springaradrápið í Skálafirði sunnukvøldið, tá 1400 springarar løgdu beinini, hevur vakt ans uttanlands. Altjóða miðlar hava umrøtt drápið, og nógvar viðmerkingar eru á netinum.
Jens Mortan Rasmussen, sum sjálvur var við í drápinum sunnudagin, og áður hevur tosað við útlendskar miðlar um grindadráp, varð í dag biðin um at luttaka í kjaki á sjónvarpsrásini BCC World News, har mótparturin var Sea Shepherd, og á Channel 4 í gjár, har hann greiddi frá drápinum.
- Tað er eingin ivi um, at tað sær barbariskt út. Tað er tað sama, sum hendir í sláturhúsum kring heimin, men her hjá okkum gera vit tað í fjøruni, greiðir hann frá á Channel 4.
Omanfyri sæst kjakið á BBC, og á leinkjuni her sæst innslagið á Channel 4.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald