![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vakthavandi á løgrglustøðini upplýsir í morgun, at í gjárkvødið fekk løgrelgan fráboðan um, at tað var rok í einari íbúð í norðurøkinum.
Tað sum løgreglan hevur fingið at vita frá íblandaðu pørtunum og vitnum, ið vóru til staðar í íbúðini er, at talan var eina friðarliga støðu, har tveir mans kjakaðust. Hetta menti seg so til nakað meira, og gjørdist so mikið álvarsligt at annar stakk hin við knívið.
Tann ið varð álopin varð stungin í beinið. Løgreglan upplýsir, at viðkomandi varð koyrdur á sjúkrahús og fekk viðgerð. Hann er síðani vorðin útskrivaður.
Hin er handtikin og skuldsetttur fyri hendingina. Talan er um grovan harðskap, og løgreglan er í gongd við at arbeiða víðari við málinum, og hevur millum annað avhoyrt fleiri vitni. Í slíkum førum verða blóðprøvar tiknar, men sambært vakthavandi bendir einki í løtuni á, at tað eru rúsdrekka ella rúsevni íblandaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald