Løgreglan fer nú at seta seg við kommunalu myndugleikarnar í Havn og við byggifyritøkuna Articon í sambandi við, at klagur eru komnar til løgreluna um larm frá arbeiðinum at bora tunnil undir Húsareyn.
Tað var ein íbúgvi Millum Gilja í Hoyvík, sum í nátt ringdi meir enn ta einu ferðina til løgreluna og gramdi seg um, at viðkomandi ikki fekk sovið orsaka av larmi frá arbeiðsplássinum.
Løgreglan sendi eina patrúlju niðan til Hoyvíkar og kundi staðfesta, at tað kom ávísur gangur frá dumparum, sum koyrdu og vippaðu tilfar, uttan tó at kunna staðfesta um talan var um nógvan ella ov nógvan gang.
Løgreglufólkini tosaðu við byggiplássið og heitti á tey um at taka tað eitt sindur meira við ró um náttina, tá fólk í grannalagnum skulu sova.
Sambært vaktleiðaranum er tó helst neyðugt í hesum sambandi eisini at seta seg í samband fyri kommunalu myndugleikarnar fyri at fáa greiðu á, hvussu arbeiðið verður skipað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald