
Í Klaksvík hava 251 fleiri fólk valrætt í mun til seinast. 3.899 fólk hava valrætt til valstaðið, sum í ár er í Badmintonhøllini. Vanligt er tað í KÍ-høllini, men Eydna Klakkstein Thomsen, valstýrisforkvinna, sigur, at mett var at Badmintonhøllin hóskaði seg betri í mun til at hava møguleika at halda frástøðu.
Eydna hevur tikið yvir fyri Karl Johansen, sum í mong ár hevur staðið á odda, tá val hevur verið. Sýslumaðurin stillar í ár upp fyri Sambandsflokkin, so tí kann hann ikki røkja hesa uppgávuna.
Tað eru 251 fleiri fólk sum hava valrætt í Klaksvík, í mun til hvat tað var í 2016. 3.899 fólk hava valrætt, og á middegi høvdu 397 fólk verið á vali. Tað eru 57 fleiri enn fyri fýra árum síðani. Eydna Klakkstein Thomsen sigur við Portalin, at frá dyrnar lótu upp í Badmintonhøllini klokkan 10 til áleið klokkan 11.30 vóru nógv fólk, og har vóru bíðirøðir. Síðani hava ikki tó ikki nógv fólk verið samstundis og greitt atkvøðu.
Klokkan 13 høvdu næstan 100 fleiri valt enn sama tíðspunkt fyri fýra árum síðani: 556 í mun til 461 í 2016.
37 fólk stilla upp á seks ymiskum listum í Klaksvíkar kommunu. Valt verður eisini til eldraráðið.
Hesi eru uppstillaði:
KLAKSVÍKAR KOMMUNA
Listi A, Fólkaflokkurin
1. Gunvá við Keldu, býráðslimur, Ánirnar
2. Herfrí Sørensen, býráðslimur, Mikladalur
3. Atli S. Justinussen, býráðslimur, Árnafjørður
4. Jóhanna Christiansen, vinnurekandi, Klaksvík
5. Oddmar á Lakjuni, bankamaður, Klaksvík
6. Bárður Johnsson Heinesen, maskinmeistari, Klaksvík
7. Símun á Høvdanum, stjóri, Klaksvík
8. Frímund Hansen, vinnurekandi, Svínoy
9. Sólvá Jansdóttir Joensen, vinnurekandi, Klaksvík
10. Eyðstein Ó. Poulsen, lærari, Klaksvík
Listi B, Sambandsflokkurin
1. Elian Eyðunsson Elttør, rakstrarleiðari, Klaksvík
2. Karl Haldorsson Johansen, sýslumaður, Klaksvík
3. Allan Larsen, sølumaður, Klaksvík
Listi C, Javnaðarflokkurin
1. Súni Anthoniussen, sølumaður, Klaksvík
2. Gunnvá T. Joensen, heimaarbeiðandi, Klaksvík
3. Signhild V. Johannesen, skrivstovufólk, Klaksvík
4. Tummas Lervig, sølumaður, Klaksvík
5. Paul Kjartan Matras, lærlingur, Klaksvík
6. Jákup F. N. Mikkelsen, fólkaskúlalærari, Klaksvík
7. Terja Ósá Sivertsen, skrivstovufólk, Klaksvík
Listi D, Sjálvstýri
1. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Klaksvík
2. Óli Matras Lassen, reiðari, Klaksvík
3. Beinta Klakstein, leiðari, Klaksvík
4. Andreas Djurhuus Josephsen, stjóri, Klaksvík
5. Sámal Petur Martinsson í Grund, skipari, Jørundsgøta 37, Klaksvík
6. Sven Dahl, stjóri, Klaksvík
7. Ann Mari Jaspursdóttir Midjord, arbeiðsleys, Klaksvík
8. Frits Trøjgaard Nielsen, húsavørur, Norðoyri
9. Magni Garðalíð, stjóri, Húsar
Listi E, Tjóðveldi
1. Annika S. Biskopstø, miðnámsskúlalærari, Klaksvík
2. Anfinn Hansen, byggifrøðingur, Klaksvík
3. Jórun C. Høgnesen, lærari, Klaksvík
4. Rógvi Jacobsen, timburmaður, Klaksvík
5. Jógvan Andrias Joensen, leiðari, Klaksvík
6. Dávur Syderbø, lesandi, Húsar
7. Rakul B. Gardar, H.R. ráðgevi, Klaksvík
Listi F, Framsókn
1. Bárður Lydersen, lastbilførari, Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald