![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Borgarar í Klaksvíkar kommunu hava síðani 2014 havt møguleika at nýta býarbussin, sum í dag eisini koyrir til Norðoyrar, Ánirnar og Árnafjarðar.
Byrjað varð við einum bussi, men í dag eru tríggir býarbussar. Tann nýggjasti býarbussurin fer fyri fyrstu ferð í koyring mánadagin 31. august. Hann er ógvuliga væl útgjørdur og er munandi meira umhvørvisvinarligur, tí hann hevur 20 prosent minni útlát í mun til hinar býarbussarnar, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Hans Jon Askham, sum eigur og rekur býarbussarnar sigur, at hetta er eitt fet á leiðini, og at vónandi kunnu fleiri býarbussar verða skiftir út við tíðini.
Óli Lassen, formaður í teknisku nevnd í Klaksvíkar kommunu, sigur, at borgarar eru sera væl nøgdir við býarbussin, og tí er tað at fegnast um, at býarkoyringin er løgd í eina trygga legu.
– Klaksvíkar kommuna hevur prýtt bussarnar til endamálið, og eisini framleitt kunnandi tilfar, sum upplýsir ferðaætlanina hjá býarbussinum. Í fjør gjørdu vit eisini samstarv um Sona, soleiðis at øll kunnu fylgja býarbussinum á talgildu tænastuni, sum ger tað enn lættari hjá ferðandi at kunna seg um ferðaætlanina í býnum, sigur Óli Lassen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald